Hvat er Leikarafelagið?

Hvat er Leikarafelagið? Leikarafelag Føroya er fakfelagið hjá yrkissjónleikarum og yrkislærdum leikhúsfólki í Føroyum. 

Høvðusendamálið er at menna føroyska yrkisleiklist, og styrkja um støðuna hjá leiklistini í samfelagnum.

Eitt av málunum við fakfelagnum er at savna øll tey í eitt felag, sum hava fingið sær útbúgving innan sjónleikarayrki. Tað vil siga ljóð- og ljósteknikarar, leiklistafrøðingar, pallsniðgevar, leikstjórar og sjónleikarar.

Okkara uppgáva er at umboða limir okkara í sáttmálasamráðingum, og veita teimum hjálp og ráðgeving og stuðla teimum í teirra rættindum, umframt at samskifta við útlendsk feløg og altjóða felagskapir á leiklistarliga økinum.

Arbeiðsøki hjá felagnum er allur yrkissjónleikur; leikstjórn; útvarpsleikir og upplestur; sjónvarpsleikir og upplestur; film; leiklistafrøði; undirvísing og skeiðvirksemi; lýsingar; undirhald og annað leikhúsyrki.

 

Samstarv

Leikarafelag Føroya er limur í Listafólkasambandi Føroya, stytt LISA. LF hevur 1 lim at umboða seg í umboðsmannaráðnum hjá LISA.

Eisini velir Leikarafelag Føroya 3. hvørt ár lim at umboða felagið í Leiklistaráðnum.

Leikarafelag Føroya samstarvar eisini við norðurlendsk sjónleikanetverk. Nordic Network for The Performing Arts, sum er felagsskapur fyri øll leiklistasambond í Norðurlondum.

Harumframt er Leikarafelagið við í arbeiðnum hjá Nordisk Skuespillerråd, stytt NSR, sum er felagsskapur fyri leikarafeløg í Norðurlondum.

Onnur umboðan gjøgnum LISA:

- Úrvalsnevndin hjá Listaleypinum

- Heiðurslønarnevndin undir MMR

- Umboðsmannaráðið í Norðurlandahúsinum

 

 

Les meira

Tín limaskapur hevur stóran týdning

Leikarafelag Føroya - eitt ungt felag í einum lítlum landi, har yrkissjónleikur hevur røtur aftur í 70'ini. 

 

Vit hava øll hoyrt søgur um hvussu sjónleikahúsini kring landið fyrr vórðu væl vitjað og at tað var vanligt at leita sær til ein sjónleik, kabarett ella eitt teiti. Føroyingum hava altíð dámd 'at hyggja eftir sjónleiki'.

Sum fakfelag arbeiða vit við at styrkja grundina undir yrkisleiklistarumhvørvinum. Eitt samfelag er sterkt tá tað rúmar einum breiðum listarligum umhvørvi. Tað leiklistarliga umhvørvið, hevur til uppgávu at fylgja við samfelagnum og lýsa og vísa samtíð, samleika og søgu okkara á leikpallinum - bæði her heima og við at samstarva uttanfyri landoddarnar.

Listarligi arbeiðsmarknaðurin í Føroyum veksur fyri hvønn dag og tískil er týdningamikið at eitt fakfelag arbeiðir fyri at rættindi og arbeiðskor eru í lagi.

Vit eru fá í tali, men hóast tað er tú sera týdningarmikil bæði sum limur og starvsfelagið. 

Í løtuni verður arbeitt við at gera sáttmála við Kringvarp Føroya viðvíkjandi royalties og nýtslu av tilfarið har okkara limir hava, luttaka ella fara at luttaka, verður skipað heldur enn útnyttað.

Vit hava óteljandi ferðir upplivað at tilfar verður endurnýtt ella selt til 3. persón uttan samtykki ella at nøkur samsýning er avtalað. Við støðið í nýggju føroysku upphavsrættarlógini stremba vit fyri at fáa hesi viðurskifti í rætt lag.

Í hesum arbeiði er sjálvsagt at vit mugu standa saman og verja okkara rætt at byggja leiklist upp sum fakøki á føti við øll onnur í okkara lítla landi.

 

 

Les meira

Føroyskt leikrit heiðrað til New Nordic Drama 2016

 

6 nýggj norðurlendsk leikrit verða heiðrað og pallsett á festivalinum New Nordic Drama í Føroyum.

Herímillum føroyska verkið “Tóm Rúm” eftir Majruna Kjelnæs Syderbø.

Aftur í ár verður væleyðnaði LeikREAD festivalurin settur á pall í Føroyum. Hesu ferð undir

felagsheitinum New Nordic Drama. Hetta er ein norðurlendskur reading-festivalur, har tey bestu

norðurlendsku leikritini frá 2014-2015 verða framførd sum pallsettar lesingar.

 

Tann 27. og 28. mai í ár fær tú møguleikan at uppliva hesu 6 nýggju norðurlendsku leikritini í

Norðurlandhúsinum í Havn.

Útvaldu verkini eru:

 

 

 

“TÓM RÚM” hjá Marjun Kjelnæs Syderbø úr Føroyum

 

“DEO SOLI GLORIA” hjá Peter Asmussen úr Danmark

 

“PEOPLE RESPECT ME NOW” hjá Paula Stenström Öhman úr Svøríki

 

“VISNING” hjá Cecilie Løveid úr Noreg

 

“LOVELY PEOPLE” hjá Antti Hietala úr Finnlandi

 

“SEGULSVIД hjá Sigurð Pálsson úr Íslandi

 

Eitt norðurlenskt samstarv

New Nordic Drama er við til at menna sjónleikasamstørv millum Norðanlond og varpar ljós á

norðurlendskan samtíðardramatik. 12 norðurlendskir leikarar - tveir úr hvørjum luttakandi landi› -

og har afturat tríggir leikstjórar, mynda fasta toymið, sum pallseta leikritini sum lesingar. Tey

byrja pallsetingina í Føroyum og ferðast síðandi við verkunum runt í luttakandi Norðanlondunum í

2016 og 2017. Leikritini  verða framførd á sínum uppruna máli við enskum undirteksti og verða

eisini útgivin á bók á enskum.

 

Vælkomin á New Nordic Drama 2016

Í ár verður New Nordic Drama partur av størsta leiklistafestivali í Føroyum nakrantíð

Festivalurin hevur heitið DAGARNIR 2016 (á enskum Nordic Performing Arts Days), sum verður

hildin 24. til 28. maj í Havn og bjóðar eitt væl blandað tyssi av spennandi framførslum og tiltøkum.

Umleið 200 norðurlendsk leiklistafólk luttaka á festivalinum og vitja Havnina hesar dagarnar.

New Nordic Drama verður 27. og 28. mai á DØGUNUM 2016, har øll eru

vælkomin at njóta pallsett norðurlensk leikrit úr Íslandi, Noreg, Svøríki, Finnlandi, Danmark og

Føroyum.

Vit síggjast til DAGARNAR og New Nordic Drama 2016,

 

Les meira um festvalin á heimasíðuni

 www.nordicperformingartsdays.fo

 

Vegna New Nordic Drama,

Laura Ramberg – This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Marita Svartá – This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Forkvinna

Vár Berghamar Jacobsen

Mýrugøta 3

FO-100 Tórshavn

tlf. 321162 / 521162

 

Nevndarlimur

Kristina Sørensen Ougaard
Tartinisvej 28,3.t.h
DK-2450 København SV
(+45) 26 16 95 16 / (+298) 512826
79kristina@gmail.com

Nevndarlimur

Petur Meinhard Elleby Andersen
Langatún 10

FO-100 Tórshavn

Tlf. 624000 / 255060

petur_meinhard@hotmail.com

 

 

Tiltakslimur

Laura Joensen

Undir Ryggi 11

FO-100 Tórshavn

tlf. 315506 / 250549

pallaura@olivant.fo