Hvat er Leikarafelagið?

Hvat er Leikarafelagið? Leikarafelag Føroya er fakfelagið hjá yrkissjónleikarum og yrkislærdum leikhúsfólki í Føroyum. 

Høvðusendamálið er at menna føroyska yrkisleiklist, og styrkja um støðuna hjá leiklistini í samfelagnum.

Eitt av málunum við fakfelagnum er at savna øll tey í eitt felag, sum hava fingið sær útbúgving innan sjónleikarayrki. Tað vil siga ljóð- og ljósteknikarar, leiklistafrøðingar, pallsniðgevar, leikstjórar og sjónleikarar.

Okkara uppgáva er at umboða limir okkara í sáttmálasamráðingum, og veita teimum hjálp og ráðgeving og stuðla teimum í teirra rættindum, umframt at samskifta við útlendsk feløg og altjóða felagskapir á leiklistarliga økinum.

Arbeiðsøki hjá felagnum er allur yrkissjónleikur; leikstjórn; útvarpsleikir og upplestur; sjónvarpsleikir og upplestur; film; leiklistafrøði; undirvísing og skeiðvirksemi; lýsingar; undirhald og annað leikhúsyrki.

 

Samstarv

Leikarafelag Føroya er limur í Listafólkasambandi Føroya, stytt LISA. LF hevur 1 lim at umboða seg í umboðsmannaráðnum hjá LISA.

Eisini velir Leikarafelag Føroya 3. hvørt ár lim at umboða felagið í Leiklistaráðnum.

Leikarafelag Føroya samstarvar eisini við norðurlendsk sjónleikanetverk. Nordic Network for The Performing Arts, sum er felagsskapur fyri øll leiklistasambond í Norðurlondum.

Harumframt er Leikarafelagið við í arbeiðnum hjá Nordisk Skuespillerråd, stytt NSR, sum er felagsskapur fyri leikarafeløg í Norðurlondum.

Onnur umboðan gjøgnum LISA:

- Úrvalsnevndin hjá Listaleypinum

- Heiðurslønarnevndin undir MMR

- Umboðsmannaráðið í Norðurlandahúsinum

 

 

Les meira

Tín limaskapur hevur stóran týdning

Leikarafelag Føroya - eitt ungt felag í einum lítlum landi, har yrkissjónleikur hevur røtur aftur í 70'ini. 

 

Vit hava øll hoyrt søgur um hvussu sjónleikahúsini kring landið fyrr vórðu væl vitjað og at tað var vanligt at leita sær til ein sjónleik, kabarett ella eitt teiti. Føroyingum hava altíð dámd 'at hyggja eftir sjónleiki'.

Sum fakfelag arbeiða vit við at styrkja grundina undir yrkisleiklistarumhvørvinum. Eitt samfelag er sterkt tá tað rúmar einum breiðum listarligum umhvørvi. Tað leiklistarliga umhvørvið, hevur til uppgávu at fylgja við samfelagnum og lýsa og vísa samtíð, samleika og søgu okkara á leikpallinum - bæði her heima og við at samstarva uttanfyri landoddarnar.

Listarligi arbeiðsmarknaðurin í Føroyum veksur fyri hvønn dag og tískil er týdningamikið at eitt fakfelag arbeiðir fyri at rættindi og arbeiðskor eru í lagi.

Vit eru fá í tali, men hóast tað er tú sera týdningarmikil bæði sum limur og starvsfelagið. 

Í løtuni verður arbeitt við at gera sáttmála við Kringvarp Føroya viðvíkjandi royalties og nýtslu av tilfarið har okkara limir hava, luttaka ella fara at luttaka, verður skipað heldur enn útnyttað.

Vit hava óteljandi ferðir upplivað at tilfar verður endurnýtt ella selt til 3. persón uttan samtykki ella at nøkur samsýning er avtalað. Við støðið í nýggju føroysku upphavsrættarlógini stremba vit fyri at fáa hesi viðurskifti í rætt lag.

Í hesum arbeiði er sjálvsagt at vit mugu standa saman og verja okkara rætt at byggja leiklist upp sum fakøki á føti við øll onnur í okkara lítla landi.

 

 

Les meira

Eykaaðalfundur 22. novembur 2016

 

 Eykaaðalfundur 22. nov. 16 í Café natúr. Fundur settur kl. 19.30

 

 

 

Møtt vóru: Súsanna Tórgarð, Kristina Sørensen Ougaard, Gunnvá Zachariasen, Laura Joensen,

Vár Berghamar Jacobsen, Páll Danielsen, Hans Tórgarð, Katarina Nólsøe og Ria Tórgarð

 

Fundarstjóri: Ria Tórgarð

Skrivari: Gunnvá Zachariasen

 

Skrá:

 

1.     Roknskapur fyri 2015

Páll, kassameistari leggur fram.

Inntøkur eru limagjøld, umframt ískoti frá gevara

Afturrindan av láni til LeikREAD 2015

Útreiðslubólkar:

Aðalfundur 2014

Føroya Prent

Umsiting

Barsilsgjald

Umboðan

Kanning

LISA limagjald

Sáttmálasamráðingar

Sí upphæddir á viðlagda roknskap

 

Kjak um limagjald. At uppgjørt vanligt hevur verið uppundan ársaðalfundin, hvør hevur goldið og hvør ikki. Fyri at kanna valbæri og viðtøkuføri á aðalfundinum.

Uppskot at telja upp við ársskiftið á hvørjum ári. Uppskot at kunnandi skriv frá nevndini at greiða frá fyrimunir av at verða limur í LF. Serliga nú tá lógin um upphavsrætt fer at virka.

Fundurin góðkennir ársroknskapin.

Kassameistarin, Páll, sum varð valdur á aðalfundin 2016 mælir til at einans ein persónur hevur atgongd til limakonto’ina. At ikki er heppið at forfólkið eisini hevur atgongd/fullmakt til kontoina. Av hesum kann koma tvístøða um, hvørt onkur hevur verið inni og flutt upphæddir av ella á konto’ina. Súsanna kannar hetta málið við bank Nordik.

Uppskot at gera ein forskotskassa til oyramerkt brúk hjá nevndini á 1000 kr.

 

 

2.     Roknskapur Nordic Performing Arts Days//Dagarnir.

Fyribils roknskapur lagt út. Avlop er fyri Dagarnir. Nú verður granskoðaður roknskapur sendur út til allar stuðlar og verður síðani funnið útav, um stuðlar krevja %part av stuðli afturborið.  Ætlanin er, at avlopið frá NPAD roknskapinum verður nýtt til framleiðslu av Sansalabyrint við listafólkunum Gabriel Hernandez og Marga Socis í sambandi við Barnafestivalin í Norðurlandahúsinum í apríl.

 

 

3.     Val av tiltakslimi

2 valevni: Nicolaj Falck og Mariann Hansen. Bæði hava valbæri.

Nicolaj Falck varð valdur og verður hervið tiltakslimur í nevndina

 

4.     Kunning um sáttmálauppskot um samráðingarnar við Fíggjarmálaráðið (Avtala millum Kringvarp Føroya og Leikarafelag Føroya). Viðmerkingar frá fundinum tekur Súsanna við í samráðingar. Fundurin tilmælir at senda uppskotið út til allar limir í LF í trúnaði sum eitt hoyringsskriv.

Uppskot at senda sáttmálauppskotið til 2. Advokat til gjøgnumtjekk, evt. Páll Nielsen.

 

 

5.     Skeið: Nevndin tilmælir at skipa fyri 2 førleikaskeiðum á várið 2017:

27. mars-1. Apríl Apríl raddarskeið við Nadine George

Maj ella juni 3 daga skeið við Performance Walking

Strongjast á at fáa limir til at melda aftur seinast 1. Des., hvørt tey eru áhuga í skeiði.

 

6.     Kunning um umboðsmannafund í LISA at velja umboð í Mentanargrunn Landsins.

Hesi 2 umboð vóru vald: Urd Johannessen og Leif Hansen. Varalimir vórðu Sunneva Bæk og (maður?)

 

7.     Annað: HEIMASÍÐA at leggja út:

Leinkja til lønartalvur hjá Fíggjarmálaráðið + uppdaterað, tá hann kemur, sáttmálan við KvF)

Uppdatera email hjá limunum – allir limir senda sítt kontaktinfo, sum skal standa alment á heimasíðuni undir LIMIR.

Sáttmálar við Sprotan og Ljóðbøkur leggjast út á heimasíðuna.

 

 

 

 

Fundur er lokin kl. 22.30

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Forkvinna

Vár Berghamar Jacobsen

Mýrugøta 3

FO-100 Tórshavn

tlf. 321162 / 521162

 

Nevndarlimur

Kristina Sørensen Ougaard
Tartinisvej 28,3.t.h
DK-2450 København SV
(+45) 26 16 95 16 / (+298) 512826
79kristina@gmail.com

Nevndarlimur

Petur Meinhard Elleby Andersen
Langatún 10

FO-100 Tórshavn

Tlf. 624000 / 255060

petur_meinhard@hotmail.com

 

 

Tiltakslimur

Laura Joensen

Undir Ryggi 11

FO-100 Tórshavn

tlf. 315506 / 250549

pallaura@olivant.fo