Hvat er Leikarafelagið?

Hvat er Leikarafelagið? Leikarafelag Føroya er fakfelagið hjá yrkissjónleikarum og yrkislærdum leikhúsfólki í Føroyum. 

Høvðusendamálið er at menna føroyska yrkisleiklist, og styrkja um støðuna hjá leiklistini í samfelagnum.

Eitt av málunum við fakfelagnum er at savna øll tey í eitt felag, sum hava fingið sær útbúgving innan sjónleikarayrki. Tað vil siga ljóð- og ljósteknikarar, leiklistafrøðingar, pallsniðgevar, leikstjórar og sjónleikarar.

Okkara uppgáva er at umboða limir okkara í sáttmálasamráðingum, og veita teimum hjálp og ráðgeving og stuðla teimum í teirra rættindum, umframt at samskifta við útlendsk feløg og altjóða felagskapir á leiklistarliga økinum.

Arbeiðsøki hjá felagnum er allur yrkissjónleikur; leikstjórn; útvarpsleikir og upplestur; sjónvarpsleikir og upplestur; film; leiklistafrøði; undirvísing og skeiðvirksemi; lýsingar; undirhald og annað leikhúsyrki.

 

Samstarv

Leikarafelag Føroya er limur í Listafólkasambandi Føroya, stytt LISA. LF hevur 1 lim at umboða seg í umboðsmannaráðnum hjá LISA.

Eisini velir Leikarafelag Føroya 3. hvørt ár lim at umboða felagið í Leiklistaráðnum.

Leikarafelag Føroya samstarvar eisini við norðurlendsk sjónleikanetverk. Nordic Network for The Performing Arts, sum er felagsskapur fyri øll leiklistasambond í Norðurlondum.

Harumframt er Leikarafelagið við í arbeiðnum hjá Nordisk Skuespillerråd, stytt NSR, sum er felagsskapur fyri leikarafeløg í Norðurlondum.

Onnur umboðan gjøgnum LISA:

- Úrvalsnevndin hjá Listaleypinum

- Heiðurslønarnevndin undir MMR

- Umboðsmannaráðið í Norðurlandahúsinum

 

 

Les meira

Tín limaskapur hevur stóran týdning

Leikarafelag Føroya - eitt ungt felag í einum lítlum landi, har yrkissjónleikur hevur røtur aftur í 70'ini. 

 

Vit hava øll hoyrt søgur um hvussu sjónleikahúsini kring landið fyrr vórðu væl vitjað og at tað var vanligt at leita sær til ein sjónleik, kabarett ella eitt teiti. Føroyingum hava altíð dámd 'at hyggja eftir sjónleiki'.

Sum fakfelag arbeiða vit við at styrkja grundina undir yrkisleiklistarumhvørvinum. Eitt samfelag er sterkt tá tað rúmar einum breiðum listarligum umhvørvi. Tað leiklistarliga umhvørvið, hevur til uppgávu at fylgja við samfelagnum og lýsa og vísa samtíð, samleika og søgu okkara á leikpallinum - bæði her heima og við at samstarva uttanfyri landoddarnar.

Listarligi arbeiðsmarknaðurin í Føroyum veksur fyri hvønn dag og tískil er týdningamikið at eitt fakfelag arbeiðir fyri at rættindi og arbeiðskor eru í lagi.

Vit eru fá í tali, men hóast tað er tú sera týdningarmikil bæði sum limur og starvsfelagið. 

Í løtuni verður arbeitt við at gera sáttmála við Kringvarp Føroya viðvíkjandi royalties og nýtslu av tilfarið har okkara limir hava, luttaka ella fara at luttaka, verður skipað heldur enn útnyttað.

Vit hava óteljandi ferðir upplivað at tilfar verður endurnýtt ella selt til 3. persón uttan samtykki ella at nøkur samsýning er avtalað. Við støðið í nýggju føroysku upphavsrættarlógini stremba vit fyri at fáa hesi viðurskifti í rætt lag.

Í hesum arbeiði er sjálvsagt at vit mugu standa saman og verja okkara rætt at byggja leiklist upp sum fakøki á føti við øll onnur í okkara lítla landi.

 

 

Les meira

Fundarfrásøgn aðalfundur Leikarafelagsins, 3. sept. 2017

Fundarfrásøgn

Aðalfundur hjá Leikarafelag Føroya, 3. Sept. 2017

Eftir Gunnvá Zachariasen

 

Staður: Rasmusarstova á Føroya Fólkaháskúla

Skriva í bláum = Viðmerkingar frá nevndini

Møtt eru: Hans Tórgarð, Katarina Nolsøe, Ria Tórgarð, Vár Berghamar Jacobsen, Páll Danielsen, Laura Joensen, Katrin Bonde, Annfinnur Heinesen, Petur Meinhard Elleby Andersen, Súsanna Tórgarð, Kristina Sørensen Ougaard, Gunnvá Zachariasen (12 limir)

Fundarskrá sambært viðtøkum felagsins:

§ 6

Hægsti myndugleiki felagsins er aðalfundurin, ið hildin verður í várhálvuni á hvørjum ári. 

Fundarboð við tilskilaðari dagsskrá verða send limunum í minsta lagi 14 dagar frammanundan. Á aðalfundi eru fundarevnini hesi:

1)      Val av orðstýrara og skrivara.

Ria Tórgarð er orðstýrari. Gunnvá er skrivari

2)     Frágreiðing formansins frá virki felagsins í farna ári.

Súsanna býtur frágreiðing formansins út. Sí viðhefta skriv.

Viðmerkingar til forkvinnufrágreiðingina: Vár eftirlýsir upplýsingar um nevndarfundir og nevndararbeiði í farna ári. Aðrir spurningar: Hvussu nógvir limir eru í dag, sept. 2017? 29 limir íalt (onkur limur er ivasamir).

Ria: Hómar ein tóna í frágreiðingini, um tað er ein áheitan til komandi nevnd, um felagið skal virka undir núverandi  leisti, ella skal arbeiðast fram ímóti einum øðrum leisti.

3)     Framløga av roknskapi. Páll hevur gjørt roknskapin. Laura hevur granskoða roknskapin. Laura leggur fram. Onki óreglusamt er farið fram sambært granskoðara. Ískot frá gevara, sum er Høgni Johansen. Uppskot frá Annfinn at brúka nakað av fíggjarorkuni/ogn hjá LF til sosialt, samansjóðandi, faklig tiltøk. Roknskapur einmælt samtyktur

4)     Val av nevnd.

2 Nevndar sessir skulu veljast í eitt 2 ára skeið.  Súsanna boðar frá, at hon ikki stillar uppaftur. Gunnvá boðar frá, at hon ikki stillar uppaftur.

Uppskot til nevnd: Vár Berghamar Jacobsen, Petur Meinhard Elleby Andersen,, Laura Joensen. Fundurin kjakar, um Petur Meinhard hevur valbæri, tá hann er B-limur. Aðalfundurin avger, at hesi 3 sum stilla upp, skulu kunnu veljast og at vit hava ein eykaaðalfund í heyst, har viðtøkurbroytingar um valbæri og valrætt hjá B-limum verður broyttur, soleiðis at allir limir felagsins, bæði A og B hava somu rættindi og somu skyldur mótvegis felagnum (harí eisini valbæri og atkvøðurætt). Atkvøðurgreiðsla er og fella atkvøðurnar soleiðis: Vár fekk 11 atkvøður. Petur Meinhard fekk 8 atkvøður. Laura fekk 5 atkvøður.

5)     Val av tiltakslimi. Laura Joensen í uppskoti. Fundurin atkvøður einmælt fyri Lauru sum tiltakslimi. Tosað verður eisini um, at nevndin sjálv avger, hvussu nógv tiltakslimurin kemur at arbeiða virkið í nevndini, tá nú ein nevndarlimur (Kristina) býr í Dk.

6)     Val av grannskoðara. Uppskot: Kunnu vit útseta punkt 6. Val av granskoðara til eykaaðalfundin? JA, einmælt samtykt.

7)     Val í aðrar nevndir og ráð: (innkomin eru hesar áheitanir frá LISA):

7.A:Innstalla 2 umboð (kvinnu&mann) til at umboða LISA í Leiklistaráðnum: Uppskot: Mann og kvinnu. Birna Heinesen, Laura Joensen, Sámal Black. Atkvøðugreiðsla fellur soleiðis: Sámal Blak, 12 atkvøður. Birna Heinesen 6 atkvøður. Laura Joensen 6 atkvøður. Ria, sum er okkara umboð í LISA avgreiðir við hesi trý, og gevur grundgeving fyri hesum til umboðsmannaráðið í LISA.

7.Á: Umboð (M&K) skal innstillast til LISA til at fara í úrvalsnevnd hjá Listaleypinum (3 ár – virkandi frá 2018-2020) Petur Meinhard Elleby Andersen og Susanna Tórgarð í uppskoti. Umboðsmannaráðið í LISA tekur endaliga avgerð.

7.B:       Umboð skal innstillast til LISA til heiðursnevnd undir MMR (3 umboð): Uppskot til innstilling: Laura Joensen og Hans Tórgarð. Umboðsmannaráðið hjá LISA tekur endaliga avgerð.

8)     Møguligar lógarbroytingar.  Ongar broytingar beint nú í reglugerðini. Sí punkt 10 í skránni.

9)   Ásetan av limagjaldi. Óbroytt, tvs. A-limir gjalda 200kr./mánaðin. B-limir 100kr./mánaðin. Hvílandi og pensionistar 400 kr. um árið.

10)   Ymiskt.

Uppskot til ymiskt:

1)     Filmex – hvussu røkja vit Filmex? Súsanna skjýtur upp, at LF setir eitt fólk, sum fær tímaløn ella aðra samsýning, at røkja hesa uppgávuna: At fyrireika og seta seg inní hvat LF skal gera reint praktiskt, soleiðis at limir LF´S  fáa útgoldið samsýningar fyri endursendingar  frá KVF via Filmex. Hetta krevur ein, sum hevur tíð og hug at gera hetta – uppskotið kemur frá fólkunum í Filmex, sum Súsanna hevur fundast við.  Komandi nevnd hjá LF ger timælingar um hesa uppgávu.

2)      

3)     Viðtøkubroytingar til næsta aðalfund, uppskot. Nevndin: Hvussu gera vit við limir í eftirstøðu? Hvussu kann ein fyrverandi limur aftur fáa limaskap í LF. Aðalfundurin í dag avger hervið, at her skal avgjørt ruddast upp í lima inn-og útliman og at ein viðtøkubroyting (greið regla) kemur á skrá á næsta aðalfundi 2018.

4)      Kunning: Gunnvá boðar frá vegna Tjóðpallin (TP), at um vit eru áhugaði at brúka TP til morgunvenjingar ella bara at savnast um morgunin, møguliga 2-3 ferðir um vikuna, so kunnu vit brúka Tjóðpallin til tess. Alt í samráð við skrá hjá TP kunnu vit verða í salinum ella í foyerini. Møguliga hittast til morgunkaffi fast ávísan dag í hvørjum mánaði, evt. sum forleingilsi av morgunvenjing. Limir (og ikki limir) vit kunnu gera eina skrá, og í felag finna ein leist, hvussu vit skipa hetta. Tvs. Eitt nú Yoga venjingar, meditation, improvisation, viewpoints, raddarvengjing, fortelja søgur.... ja hvatsumhelst. Tað er upp til okkum at seta karmarnar fyri hesum tilboði. Vit kalla tað fyribils: Morgunvenjing.

5)     Gunnvá kunnar, at sum framhald at sansalabyrintini “Eitt ynski á ferð” vil TVAZZ hervið bjóða LF limum ókeypis til eitt vikuskiftisskeið við Gabriel Hernandez og Marga Socias. Vit fara í næstum at kunngerða og lýsa við hesum skeið og vilja bjóða LF limum ókeypis, umframt  øðrum (gjarna øðrum listafólkum) luttakarum fyri uml. 500,-  Tíðarskeiðið er ikki heilt ásett enn, men antin vikuskfitið 27. 28. 29. Oktober ELLA vikukskiftið 17. 18. Og 19. Novembur. Væntast skal, at arbeitt verður fullan dag allar hesar tríggjar skeiðsdagarnar. Seti X í kalendaran, um tit eru áhugað. Miðað verður fram ímóti at gera eina sansalabyrint á várið 2018 í samstarvi við Tjóðpallin og við listarligari leiðslu av Gabriel Hernandez og Marga Socies. Meira kunning um skeiðið kemur í næstum.

6)     Kunning frá Maritu Dalsgaard/LISA: Hetta lógaruppskotið frá starvsnevndini hjá LISA, sum nú er sent tykkum limum  at lesa, vælsignaði, tað er enn ein kladda, ikki deili tað út ‘uttanbýggja’. Komið endiliga við viðmerkingum og hugsanum antin beinleiðis til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.. Freist 7. Sept.

Fundurin lokin kl. 17.15. Døgurði var frá Keka (indiskur matur) og hann varð notin inni í gomlu skúlastovuni.

Nevndarlimirnir Súsanna og Gunnvá takka fyri seg og ynskja nýggju nevndini blíðan arbeiðsbyr framyvir. Og TAKK fyri gott samstarv, Kristina J

 

Skrivari

Gunnvá Zachariasen

Forkvinna

Vár Berghamar Jacobsen

Mýrugøta 3

FO-100 Tórshavn

tlf. 321162 / 521162

 

Nevndarlimur

Kristina Sørensen Ougaard
Tartinisvej 28,3.t.h
DK-2450 København SV
(+45) 26 16 95 16 / (+298) 512826
79kristina@gmail.com

Nevndarlimur

Petur Meinhard Elleby Andersen
Langatún 10

FO-100 Tórshavn

Tlf. 624000 / 255060

petur_meinhard@hotmail.com

 

 

Tiltakslimur

Laura Joensen

Undir Ryggi 11

FO-100 Tórshavn

tlf. 315506 / 250549

pallaura@olivant.fo