Leikarafelag Føroya

 

Eftir Lauru Joensen

Tað var soleiðis, at tá ið Leikpallur Føroya var settur á stovn tann 12. mars 1989, fór broyting fram viðvíkjandi hvussu peningurin, ið varð játtaður til sjónleik, skuldi útgjaldast.

Tað var rættuliga skjótt, at Meginfelag Áhugaleikara Føroya (MÁF) fekk eina pulju av játtanini til sjálvt at býta út, men Gríma -einasti yrkisleikbólkurin tá- møtti søkja til Leikpall Føroya til hvørt einstakt leikverk. Hetta kundi tykjast órættvíst og tí var Leikarafelag Føroya stovnað. Fyri at verða eitt slag av meginfelag fyri yrkisleiklistina, eins og MÁF var tað fyri áhugaleikin.

Tá so Leikarafelagið formelt var stovnað, so var farið yvir til eitt helvtarbýti av játtanini, burtursæð frá einari lítlari pulju, ið Leikpallurin ráddi yvir til ávís onnur endamál sjónleikinum at frama.

 

Búmerkið - Sólin hjá William Heinesen

Í 1990 var eitt tiltak í Sjónleikarhúsinum WH 90 Williami til heiðurs. Har hevði Ingi Joensen gjørt eina ljósbakgrund til pallin við ymiskum vignettum, ið William hevði teknað. Laura Joensen, ein av fyrstu limunum, fall fyri sólini, ið jú bæði er glað og sorgarbundin og soleiðis hevur elementini í teaturmaskunum í sær. Um Leikarafelagið skuldi hava eitt búmerki, so átti tað at verða sólin hjá Williami.

Tíðin gekk so.

Leikarafelagið hevði nógvar fundir um, hvat fyri eitt felag vit skuldu verða. Greitt var, at tað kundi ikki gerast eitt fakfelag við allmennum stuðli, men mátti verða eitt áhugafelag fyri yrkisleiklist. Innkallað bleiv síðan til ein breiðari fund saman við áhugaleikarum har vit víðkaðu felagið til at eisini kunna upptaka áhugaleikarar. Tá gjørdist m.o. Sverri Egholm limur.

Á einum fundi varð tosað um sjónligheit, sum vit so ofta framvegis gera, og tá kom sólin hjá Williami upp á tal, og so fingu Sverri og Laura til uppgávu at fáa loyvi frá Williami. Tey fóru niðan til hansara at spyrja, og tað var leyst og liðugt beinanvegin. Hetta var ikki so langt áðrenn William doyði, men hann var púra klárur og vælhýrdur hetta kvøldið, og var fegin um at kunna geva enn eitt íkast til leiklistina. Einki bleiv skrivað niður, men vit hava seinni tryggja okkum, við eftirkomarar Williams, at vit enn tann dag í dag kunnu nýta sólina sum búmerki hjá Leikarafelag Føroya.