Viðtøkur

VIÐTØKUR FYRI LEIKARAFELAG FØROYA

 

Navn, heimstaður og endamál

§ 1

Navn felagsins er Leikarafelag Føroya.

Heimstaður felagsins er Tórshavn.

Felagið er fakfelag hjá føroyskum yrkissjónleikarum og leikhússtarvsfólki, og umboðar limirnar í sáttmála- og fíggjarsamráðingum við arbeiðsgevarar.

 

§ 2

Endamál felagsins er, sum fakfelag hjá føroyskum yrkissjónleikarum og leikhússtarvsfólki:

- at menna føroyska leiklist, og styrkja støðu hennara í samfelagnum, 

- at røkja listarligu, upphavsrættarligu og fakligu áhugamálini hjá limunum, 

- at umboða limirnar í sambandi við sáttmálasamráðingar, 

- at umboða limirnar mótvegis einstaklingum, leikhúsum, felagsskapum, almennum stovnum og øðrum í øllum fíggjarsamráðingum, 

- at veita limunum hjálp og ráðgeving og stuðla teimum í rættindum teirra, 

- at hava samskifti við útlendsk feløg og altjóða felagskapir á leiklistarligum økjum. 

Stk. 2: Arbeiðsøki hjá felagnum eru at røkja áhugamál limanna innan hesi øki: 

Allan yrkissjónleik. 

Leikstjórn. 

Útvarp, sjónvarp og film. 

Leiklistafrøði. 

Undirvísing og -skeiðvirksemi. 

Lýsingar, undirhald og tílíkt. 

Annað leikhúsyrki.

 

Limaskapur

§ 3

Limaskapur: 

Limir felagsins verða býttir upp í virkandi A- og B-limir og hvílandi limir. 

Stk. 1: Tey, ið eru virkandi yrkisleikarar, tá hesar lógir koma í gildi, verða A-limir. 

Stk. 2: Rætt til A-limaskap hevur einhvør myndigur persónur, sum annaðhvørt: 

a) hevur útbúgving sum sjónleikari ella innan leikhúsyrki frá einum av felagnum góðkendum 

skúla. 

á) hevur í 8 ár verið virkin B-limur. 

Stk. 3: Rætt til B-limaskap hevur einhvør myndigur persónur, sum í styttri tíð

virkar innan fyri arbeiðsøkið hjá felagnum sambært grein 2, eftir lønar – og arbeiðsviður- skiftum góðkend av felagnum. 

Stk. 4: Hvílandi limir eru tey, sum hava rætt til A-limaskap, men virka uttanlanda ella starvast sum

leikhúsleiðarar ella hava líknandi fyrisitingarlig størv. Harumframt lesandi og allir limir, ið farnir eru um pensjónsaldur. 

Limir, sum fara frá A-limaskapi til hvílandi limaskap vegna pensjónsaldur, varveita atkvøðurætt, sum A-limur sambært § 5, stk. 1.

Stk. 5: Um ivi er, um umsøkjari lýkur treytirnar fyri limaskapi, so tekur nevndin avgerð. 

 

§ 4

Broytingar í limaskapi: 

Stk. 1: A-limir, sum í 4 fylgjandi ár bert hava virkað í 6 mánaðar innanfyri arbeiðsøkið (§ 2), 

verða at rokna sum B-limir. 

Stk. 2: Hvílandi limur, ið fer undir at virka fulla tíð í Føroyum, verður av sær sjálvum A-limur. 

Stk. 3: B-limir, ið hava virkað fulla tíð í 8 ár, verða at rokna sum A-limir. 

Stk. 4: Bæði virkandi og hvílandi limir, sum vilja melda seg úr felagnum, skulu gera tað skrivliga 

tríggjar mánaðar frammanundan. 

Stk. 5: Limir kunnu koyrast úr felagnum um: 

- eftirstøðan í limagjaldið er meira enn tvey gjøld, 

- limur beinleiðis ger ímóti lógum felagsins og aðalfundar- og nevndarsamtyktum, 

- arbeiðir móti áhugamálum felagsins.

Nevndin tekur avgerð um at koyra lim úr felagnum, eftir at viðkomandi limur hevur fingið høvi at føra fram sjónarmið síni.

Avgerð nevndarinnar kann innan 4 vikur leggjast fyri aðalfund felagsins til endaliga støðutakan. Slíkt mál verður tikið við á dagskránna á næsta aðalfundi.

Nevndin avger um limur, sum er koyrdur úr felagnum, kann fáa limaskap aftur í felagnum.

 

Limarættindi og skyldur

§ 5

Rættindi og skyldur:

Stk. 1: Atkvøðurættur: Bert A-limir hava atkvøðurætt, og kunnu veljast í nevnd. B-limir og hvílandi limir hava talurætt. 

Stk. 2: Limagjald. Limagjaldið verður ásett av aðalfundinum fyri eitt ár í senn. B-limir gjalda 50 %, og hvílandi limir gjalda eitt ársgjald áljóðandi 2 ferðir tað, til einhvørja tíð, ásetta mánaðargjald hjá A-limum.

Stk. 3: Allir limir hava skyldu til at fylgja lógum og samtyktum felagsins. 

Stk. 4: Allir limir hava tagnarskyldu frá fundum felagsins. 

 

Aðalfundur

§ 6

Hægsti myndugleiki felagsins er aðalfundurin, ið hildin verður í várhálvuni á hvørjum ári. 

Fundarboð við tilskilaðari dagsskrá verða send limunum í minsta lagi 14 dagar frammanundan. Á aðalfundi eru fundarevnini hesi: 

1) Val av orðstýrara og skrivara. 

2) Frágreiðing formansins frá virki felagsins í farna ári. 

3) Framløga av roknskapi. 

4) Val av nevnd. 

5) Val av tiltakslimi. 

6) Val av grannskoðara. 

7) Val av umboðsráðslimi í L.I.S.A. 

8) Ásetan av limagjaldi. 

9) Ymiskt. 

 

§ 7

Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá í minsta lagi seks A-limir eru á fundi. 

Eykaaðalfundur verður hildin, tá nevndin metir tað neyðugt, ella tá í minsta lagi tveir triðingar av A-limunum krevja tað við tilskilan av evni, sum skal viðgerast á fundinum. 

Avgerir verða tiknar við vanligum meirluta. 

 

§ 8

Fundarfrásagnir verða skrivaðar í gerðabók, sum undirskrivað verður av fundarskrivara og orðstýrara. 

 

Nevndin

§ 9

Nevndin hevur leiðslu felagsins um hendi millum aðalfundirnar. 

Har heimildir ikki eru lagdar til aðalfund felagsins, hevur nevndin heimild at taka avgerð. 

Í nevndini sita 3 limir, sum valdir verða á aðalfundi felagsins. 

Annað hvørt ár stendur ein nevndarlimur fyri vali og annaðhvørt ár tveir nevndarlimir. Fyrsta árið verður lutakast um, hvør skal standa fyri vali næsta ár. 

Afturval kann fara fram. 

Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni og skrivara. 

Nevndin heldur fund, tá formaðurin ella tveir nevndarlimir ynskja tað. Nevndarformaðurin kallar nevndina inn til fundar við 2 daga freist. Um allir nevndarlimir eru møttir, kann avgerð takast, um at síggja burtur frá nevndu innkallingarfreist. 

Nevndin er viðtøkufør, tá í minsta lagi 2 nevndarlimir eru møttir á fundi. 

Fundarumrøður verða skrivaðar í gerðabók, sum undirskrivað verður av øllum nevndarlimum, sum eru møttir á fundi. 

 

Tekningar – og Undirskrivingarrættur

§ 10 

Felagið verður bundið við undirksrivt av formanninum saman við einum øðrum nevndarlimi. 

Til at keypa, selja ella veðseta fasta ogn krevst aðalfundarsamtykt og undirskrivt av allari nevndini. 

 

Roknskaparár og grannskoðan

§ 11 

Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið. 

Grannskoðari felagsins skal grannskoða roknskap felagsins soleiðis, at roknskapurin er klárur at leggja fyri aðalfundin til góðkenningar. 

 

Viðtøkubroytingar

§ 12

Til at samtykkja viðtøkubroytingar krevst, at í minsta lagi tveir triðingar av teimum møttu A-limunum á aðalfundi atkvøða fyri, og at uppskot um broytingar er sent limunum saman við fráboðanini um aðalfundin, sí § 6.  

 

Avtøka av felagnum

§ 13

Til at taka felagið av krevst, at í minsta lagi tveir triðingar av A-limunum eru á aðalfundi, og at uppskotið verður samtykt við tveir triðingar av greiddum atkvøðum.

Verður felagið tikið av, skulu ognir tess nýtast til frama fyri yrkisleiklistina í Føroyum, eftir samtykt á aðalfundinum.

 

Gildiskoma

§ 14

Henda lóg fekk gildi, tá stovnandi aðalfundur varð hildin tann 7. august 2007.