Tín limaskapur hevur stóran týdning

Leikarafelag Føroya - eitt ungt felag í einum lítlum landi, har yrkissjónleikur hevur røtur aftur í 70'ini. 

 

Vit hava øll hoyrt søgur um hvussu sjónleikahúsini kring landið fyrr vórðu væl vitjað og at tað var vanligt at leita sær til ein sjónleik, kabarett ella eitt teiti. Føroyingum hava altíð dámd 'at hyggja eftir sjónleiki'.

Sum fakfelag arbeiða vit við at styrkja grundina undir yrkisleiklistarumhvørvinum. Eitt samfelag er sterkt tá tað rúmar einum breiðum listarligum umhvørvi. Tað leiklistarliga umhvørvið, hevur til uppgávu at fylgja við samfelagnum og lýsa og vísa samtíð, samleika og søgu okkara á leikpallinum - bæði her heima og við at samstarva uttanfyri landoddarnar.

Listarligi arbeiðsmarknaðurin í Føroyum veksur fyri hvønn dag og tískil er týdningamikið at eitt fakfelag arbeiðir fyri at rættindi og arbeiðskor eru í lagi.

Vit eru fá í tali, men hóast tað, er tú sera týdningarmikil bæði sum limur og starvsfelagið.