Hvør kann gerast limur

Leikarafelag Føroya virkar fyri yrkissjónleikarum og leikhúsfólki, og umboðar limirnar í sáttmála- og fíggjarsamráðingum við arbeiðsgevarar.

 

§3 

 

A - limaskapur:

Einhvør myndigur persónur, sum er føroyingur, ella búsitandi í Føroyum og annaðhvørt:

a. útbúgving sum sjónleikari ella innan leikhúsyrki frá einum av felagnum góðkendum skúla.

á. hevur í 8 ár verið virkin B - limur.

 

B - limaskapur:

Einhvør myndigur persónur, búsitandi í Føroyum, sum í styttri tíð virkar innan fyri arbeiðsøki hjá felagnum sambært § 2, eftir lønar- og arbeiðsviðurskiftum góðkendum av felagnum.

 

Hvílandi limaskapur:

Tey, sum hava rætt til A - limaskap, men virka uttanlanda ella starvast sum leikhúsleiðarar ella líknandi fyrisitingarlig størv.