Gestaíbúðir

Skúlin í Tjørnuvík

Á býráðsfundi 15. apríl 2013 samtykti mentanarnevndin í Sunda kommunu einmælt at fara undir at bjóða skúlan í Tjørnuvík fram sum gestaíbúð til listafólk. Ætlanin er at listafólk, sum fyri styttri tíð ynskja at fara burtur frá vanliga gerandisdegnum, kunna nýta hetta tilboð fyri at hugsavna seg um eitthvørt listarligt avrik.

Leikarfelag Føroya var á vitjan í Tjørnuvík í 2013 og varð kunnað um áhugaverdu ætlanina og ein limur felagsins hevur longu tjóvstartað og gisti á skúlanum meðan arbeitt varð við at skriva liðugt eitt leikrit.

Sunda Komuna hevur ikki kunngjørt reglur fyri gestabústaðin enn, men vit mæla áhugaðum í at seta seg í samband við Sunda kommunu um fyrispurningar eru um skúlan.

www.sunda.fo

 

 

Gestabústaðir í Stockholm

Listafólk og onnur í Tórshavnar kommunu, sum fáast við mentanarligt arbeiði, hava aftur í ár høvi at gista 1-2 vikur í Villa Bergshyddan í Stokkhólmi. 

Tórshavnar kommuna luttekur í norðurlendskum høvuðsstaðarsamstarvi á mentanarøkinum saman við Helsinki, Oslo, Stokkhólmi, Keypmannahavn, Reykjavík, Nuuk og Mariehamn.

Stokkhólms kommuna býður íbúgvum í norðurlendsku høvuðsstøðunum at búleikast í Villa Bergshyddan í styttri tíðarskeið í summarhálvuni og arbeiða við virksemi sínum. Hesi kunnu t.d. vera høvundar, tónleikarar, sjónleikarar, myndlistafólk, journalistar, granskarar og onnur, sum í breiðari merking fáast við mentan.

Dentur verður lagdur á, at tey, sum fáa innivist í Villa Bergshyddan, knýta sambond við starvsfelagar í Stokkhólmi og á tann hátt veita sínámillum kunning og møguliga eisini fáa í lag samstarv.

Tíðarskeiðið, sum gistast kann í Villa Bergshyddan í ár, er 15. apríl til 29. september, og kostnaðurin er 800 svenskar krónur um vikuna.

Umsóknarblað fæst við at fylgja hesi leinkjuni, har fleiri umsóknarfreist og aðrir upplýsingar eru um stuðulin. Umsóknarblað verður lagt út tá søkjast kann og skulu sendast til:

Stockholms kulturförvaltning

Nordiskt kultursamarbete

Att: Hanan Haidari

Box 16113

SE 103 22 Stockholm

ella umvegis teldupost: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.