Hvussu hjálpa vit hvørjum øðrum á bestan hátt?
Tað ber altíð til at venda sær til nevndina um ráðgeving og við spurningum.
Skriva umvegis teldupost: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Tíðanverri hava vit onga telefonavgreiðslu.
Harumframt hava vit eitt sterkan felagsskap í leiklistaumhvørvinum, sum vit skulu minnast til at brúka.
- vit mæla til at práta innanhýsis og soleiðis gagnnýta ta vitan, royndir og fasilitetir vit eiga okkara millum.
- til ber at taka kjak og spurningar upp í okkara facebook-bólki
- eisini eru limir vælkomnir at booka fundarhøli á Lützenstrøð 4 í Tórshavn til eitthvørt endamál. Setið tykkum í samband við nevndina. Køkur og ókeypis wifi er á staðnum.