Lógir og Kunngerðir

KUNNGERÐ NR. 110 FRÁ 11. NOVEMBER 2003 UM LEIKLISTARÁÐ

Við heimild í § 13, stk. 1 í løgtingslóg nr. 68 fra 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. verður ásett:

 

Stuðul til áhugaleiklist
§ 1. Landsstýrismaðurin veitir stuðul til áhugaleiklist um Meginfelag áhugaleikara Føroya, sbr. § 9 í lógini. 
Stk. 2. Meginfelag áhugaleikara Føroya kunnar um møguleikan at søkja stuðul til áhugaleiklist. 
Stk. 3. Ongar treytir um limaskap í Meginfelag áhugaleikara Føroya ella limafeløgum tess kunnu áleggjast umsøkjara fyri at fáa stuðul.


 

§ 2. Umsókn verður skrivað á umsóknarblað, ið skal sendast til Meginfelag áhugaleikara Føroya. 
Stk. 2. Umsóknin skal greitt tilskilað, hvør ið søkir um stuðul, og hvør ið hevur ábyrgd av verkætlanini. 
Stk. 3. Umsóknin skal neyvt lýsa endamál við stuðlinum, fíggjarætlan og tíðarætlan fyri verkætlanini. Harafturat skal í umsóknini verða grundgivið fyri listaliga og/ella mentanarliga ágóðanum, sum verkætlanin hevur.


 

§ 3. Meginfelag áhugaleikara Føroya skal síggja til, at umsókn lýkur treytirnar fyri tilsøgn um stuðul. 


 

Stk. 2. Tað áliggur Meginfelag áhugaleikara Føroya skrivliga at grundgeva fyri stuðulstilsøgn og avgerð um ikki at játta stuðul.


 

§ 4. Meginfelag áhugaleikara Føroya hevur eftirlit við, at útgoldin stuðul er nýttur til endamálið, og skal krevja stuðul afturgoldnan, um treytirnar fyri stuðli ikki verða fylgdar. Stuðul kann bert verða goldin út, tá Meginfelag áhugaleikara Føroya hevur trygd fyri, at verkætlanin verður framd. 

 

Stk. 2. Stuðulsmóttakari hevur skyldu at upplýsa Meginfelag áhugaleikara Føroya um broytingar viðvíkjandi verkætlanini, sum hava týdning fyri grundarlagið, ið stuðulin er latin eftir. Talan er eitt nú um broytingar í endamáli, fíggjarætlan og tíðarætlan. 


 

Stk. 3. Stuðulsmóttakari skal í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir, at verkætlanin er endað, lata inn roknskap og frágreiðing til góðkenningar. Hetta er eisini treyt fyri nýggjari tilsøgn um stuðul. 


 

Stk. 4. Serligar umstøður kunnu gera, at Meginfelag áhugaleikara Føroya við góðkenning landsstýrismansins kann víkja frá kravinum um afturrindan av útgoldnum stuðli, t.d. sjúka, barnsburður ella annað, ið kann hava forðað stuðulsmóttakara í at fullføra ætlanina til tíðina.

 

Stuðul til yrkisleiklist
§ 5. Landsstýrismaðurin veitir stuðul til yrkisleiklist eftir tilmæli frá leiklistaráðnum, sbr. § 11 í lógini. 
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kunnar almenningin um møguleikan at søkja um stuðul til yrkisleiklist og setir freistir at lata umsókn inn. 
Stk. 3. Ongar treytir um limaskap í leiklistafeløgum kunnu áleggjast umsøkjara fyri at fáa stuðul.


 

§ 6. Umsókn verður skrivað á umsóknarblað, ið skal sendast til landsstýrismannin. 
Stk. 2. Umsóknin skal greitt tilskilað, hvør ið søkir um stuðul, og hvør ið hevur ábyrgd av verkætlanini. 
Stk. 3. Umsóknin skal neyvt lýsa endamál við stuðlinum, fíggjarætlan og tíðarætlan fyri verkætlanini. Harafturat skal í umsóknini verða grundgivið fyri listaliga og/ella mentanarliga ágóðanum, sum verkætlanin hevur.

 

§ 7. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, at útgoldin stuðul er nýttur til endamálið, og krevur stuðul afturgoldnan, um treytirnar fyri stuðli ikki verða fylgdar. Stuðul kann bert verða goldin út, tá landsstýrismaðurin hevur trygd fyri, at verkætlanin verður framd. 
Stk. 2. Stuðulsmóttakari hevur skyldu at upplýsa landsstýrismanninum um broytingar viðvíkjandi verkætlanini, sum hava týdning fyri grundarlagið, ið stuðulin er latin eftir. Talan er eitt nú um broytingar í endamáli, fíggjarætlan og tíðarætlan. 
Stk. 3. Stuðulsmóttakari skal í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir, at verkætlanin er endað, lata inn roknskap og frágreiðing til góðkenningar. Hetta er eisini treyt fyri nýggjari tilsøgn um stuðul.
Stk. 4. Serligar umstøður kunnu gera, at landsstýrismaðurin kann víkja frá kravinum um afturrindan av útgoldnum stuðli, t.d. sjúka, barnsburður ella annað, ið kann hava forðað stuðulsmóttakara í at fullføra ætlanina til tíðina.

 

§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Mentamálaráðið, 19. apríl 2004

 

Jógvan á Lakjuni (sign.)
landsstýrismaður

/Petur Petersen (sign.)

Read More »
LØGTINGSLÓG NR. 68 FRÁ 2. MAI 2003 UM TJÓÐPALL FØROYA OG STUÐUL TIL LEIKLIST V.M.

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

 

§ 1. Heimilað verður landsstýrismanninum at seta á stovn Tjóðpall Føroya. Stk. 2. Tjóðpallur Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur.

 

Leiklistaráðið§ 2. Landsstýrismaðurin setir eitt leiklistaráð við 7 limum, ið verða tilnevndir soleiðis:
1) ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya 
2) ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá Meginfelag áhugaleikara Føroya 
3) ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya 
4) ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá Tórshavnar Býráð 
5) ein limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá starvsfólkunum á Tjóðpalli Føroya 
6) tveir limir verða tilnevndir eftir avgerð landsstýrismansins, og verður annar teirra formaður. Leiklistaráðið velur næstformann.
Stk. 2. Limur í leiklistaráðnum verður settur fyri trý ár í senn. Ráðslimur kann í mesta lagi sita í nevndini í tvey fylgjandi ráðsskeið í senn. Sigur ráðslimur seg frá, verður annar valdur í hansara stað restina av valskeiðnum. Løgtingslimir kunnu ikki verða limir í leiklistaráðnum.


 

§ 3. Leiklistaráðið setir stjóra og loysir úr starvi stjóra fyri Tjóðpall Føroya. Stjórin er áramálssettur.


 

§ 4. Leiklistaráðið hevur minst fýra fundir um árið, har leikskrá, fíggjarstøða, fíggjarætlan og onnur mál av týdningi fyri Tjóðpall Føroya og leiklist sum heild verða umrødd. 
Stk. 2. Leiklistaráðið góðkennir fíggjarætlan fyri komandi fíggjarár og staðfestir virksemi stovnsins eftir tilmæli stjórans. 
Stk. 3. Leiklistaráðið skal tryggja samstarvið millum Tjóðpall Føroya, Meginfelag áhugaleikara Føroya, aðra leiklist og onnur lista- og mentanarøki, og ráðgeva landsstýrismanninum í leiklistaligum spurningum. 
Stk. 4. Leiklistaráðið ger tilmæli til landsstýrismannin um stuðul til yrkisleiklist, sbr. §§ 11 og 12. 
Stk. 5. Limir í leiklistaráðnum fáa goldið samsýning og ferðaútreiðslur eftir reglum landsins um fundarpening og ferðapening. 
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur fyri starvskipan, uppgávur og virksemi leiklistaráðsins, herundir førleikakrøv til ráðslimir.

 

Tjóðpallur Føroya
§ 5. Tjóðpallur Føroya skal:
1) í virksemi sínum leggja dent á føroysk verk á dygdargóðum listaligum støði eins og stovnurin skal framføra klassisk so væl sum nútímans altjóða verk 
2) geva borgarunum í øllum landinum eitt breitt og dygdargott tilboð av leiklist - sjónleiki so væl sum aðrari palllist 
3) tryggja sjónleikarum, dansarum og øðrum leikhússtarvsfólki hóskandi arbeiðsmøguleikar til tess at menna yrkisførleikar teirra 
4) skipa fyri leiklistaligum útbúgvingum og eftirútbúgvingum 
5) fremja og menna yrkis- og áhugaleiklistina í Føroyum.


 

§ 6. Stjórin skipar fyri virksemi stovnsins og hevur ábyrgdina fyri, at virksemið verður rikið sambært galdandi reglum. 
Stk. 2. Stjórin ger skipanarligan bygnað fyri stovnin, og setir í starv og loysir úr starvi leikarar og onnur starvsfólk.

 

§ 7. Stjórin hevur listaligu ábyrgdina og er evsti myndugleiki í spurningum um leikskrá.


 

§ 8. Stjórin ger uppskot um fíggjarætlan fyri virksemið hjá Tjóðpalli Føroya fyri komandi fíggjarár, sbr. § 4, stk. 1 og 2. Uppskotið til fíggjarætlan verður sent landsstýrismanninum innan 1. mai árið fyri ætlanarárið. 
Stk. 2. Tjóðpallur Føroya verður fíggjaður við inntøkufíggjaðum virksemi, stuðli og játtan á løgtingsfíggjarlógini. 
Stk. 3. Stjórin ger roknskap, og hevur stjórin ábyrgdina av, at fíggjarætlanin verður hildin. 
Stk. 4. Stjórin ger ársfrágreiðing um virksemið hjá Tjóðpalli Føroya.

 

Stuðul til áhugaleiklist
§ 9. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita stuðul til áhugaleiklist. 
Stk. 2. Stuðulin verður latin um Meginfelag áhugaleikara Føroya. 
Stk. 3. Meginfelag áhugaleikara Føroya umsitur stuðulin. Meginfelag áhugaleikara Føroya letur sambært umsókn feløgum, bólkum og einstaklingum stuðul til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi. 
Stk. 4. Heimilað er Meginfelag áhugaleikara Føroya at nýta part av stuðlinum til umsiting og skrivstovuhald.


 

§ 10. Meginfelag áhugaleikara Føroya ger uppskot til fíggjarætlan fyri stuðli til áhugaleiklist komandi fíggjarár at senda landsstýrismanninum innan 1. mai árið fyri ætlanarárið.

 

Stuðul til yrkisleiklist
§ 11. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita stuðul til yrkisleiklist. 
Stk. 2. Stuðulin verður játtaður sambært umsókn eftir tilmæli frá leiklistaráðnum.
Stk. 3. Stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.


 

§ 12. Leiklistaráðið ger uppskot til fíggjarætlan fyri stuðli til yrkisleiklist komandi fíggjarár at senda landsstýrismanninum innan 1. mai árið fyri ætlanarárið.

 

Treytir v.m.
§ 13. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð neyvari treytir og reglur fyri, nær og hvussu stuðul verður játtaður, herundir krav um fíggjarætlan, eftirlit, upplýsingarskyldu, roknskap og grannskoðan hjá stuðulsmóttakara. 
Stk. 2. Tilsøgn um stuðul fellur burtur, um móttakari ikki longur lýkur settar treytir fyri tilsøgn. Stuðul skal rindast aftur, um móttakari ikki megnar at fullføra ætlan innan ásetta tíð. Stuðulsveitarin kann, har umstøður tala fyri hesum, víkja frá hesi áseting.

 

Gildiskoma o.a.
§ 14. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. november 2003. 
Stk. 2. Tó koma §§ 9, 10, 11 og 12 í gildi 1. januar 2004.

 

Tórshavn, 2. mai 2003

 

Anfinn Kallsberg, (sign.)
løgmaður

Lm. 93/2003

 

 

See More »
KUNNGERÐ NR. 18 FRÁ 19. APRÍL 2004 UM STUÐUL TIL LEIKLIST V.M.

Við heimild í § 4, stk. 6 í løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. verður ásett:

 

§ 1. Limirnir, sum tilnevndir verða í leiklistaráðið, skulu hava kunnleika til mentan og palllist. 
Stk. 2. Í minsta lagi annar av ráðslimumum, ið landsstýrismaðurin tilnevnir, skal vera fíggjar- og roknskaparkønur. 
Stk. 3. Stjórin í Tjóðpalli Føroya er avgreiðslustjóri hjá leiklistaráðnum, og tekur lut á ráðsins fundum sum skrivari.

 

§ 2. Formaðurin kallar leiklistaráðið til fundar við 14 daga freist. Formaðurin ger í samráð við stjóran fyri Tjóðpall Føroya fundarskrá, og skal formaðurin tryggja, at leiklistaráðið fær til vega neyðugt málstilfar til fundirnar. 
Stk. 2. Leiklistaráðið er viðtøkuført, tá ið minst 5 ráðslimir eru møttir á fundi. Við atkvøðugreiðslu er vanligur meiriluti galdandi. Stendur á jøvnum er atkvøða formansins avgerandi.

 

§ 3. Leiklistaráðið skal javnan verða kunnað um virksemið hjá Tjóðpalli Føroya og skal saman við stjóranum fyri Tjóðpall Føroya umrøða leikskrá, fíggjarstøðu og virksemisætlanir stovnsins framyvir. 
Stk. 2. Leiklistaráðið fær fíggjarætlanaruppskot stjórans til góðkenningar, áðrenn uppskotið verður sent landsstýrismanninum. 
Stk. 3. Leiklistaráðið kann seta fram uppskot og hugskot um tiltøk og átøk, sum kunnu vera av týdningi at fremja fyri virksemið hjá Tjóðpalli Føroya ella fyri palllistina sum heild. 
Stk. 4. Leiklistaráðið skal eisini í virki sínum røkja og tryggja samstarv millum Tjóðpall Føroya, aðra leik- og palllist umframt lista- og mentanarøki sum heild.

 

§ 4. Leiklistaráðið skal ráðgeva landsstýrismanninum og er hoyringspartur í leiklistaligum spurningum. 
Stk. 2. Skipað verður fyri árligum fundi millum landsstýrismannin og leiklistaráðið, har mál av felags áhuga verða umrødd. Fundurin skal verða hildin í seinasta lagi 1. juni. 
Stk. 3. Leiklistaráðið letur landsstýrismanninum grundgivin tilmæli og frámæli í málum um stuðul til yrkisleiklist.


 

§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Mentamálaráðið, 11. november 2003

 

Annita á Fríðriksmørk (sign.)
landsstýriskvinna

/Petur Petersen (sign.) 

 

 

 

Go »