Leikarafelag Føroya

Fakfelag hjá føroyskum yrkissjónleikarum og yrkisleikhúsfólki.







Leikarafelag Føroya



Fakfelag hjá føroyskum yrkissjónleikarum og yrkisleikhúsfólki.


Limaskapur



Tú søkir um limaskap við at senda mail á leikarafelag@leikarafelag.fo. Skriva eitt sindur um teg sjálva/n og viðheft títt CV.

Hevur tú spurningar og/ella ivamál viðv. limaskapi, ert tú vælkomin at senda mail til felagið ella at ringja til nevndina.
Soleiðis stendur í viðtøkum felagsins um limaskap:

Limir felagsins verða býttir upp í virkandi A- og B-limir og hvílandi limir.

Stk. 1: Tey, ið eru virkandi yrkisleikarar, tá hesar lógir koma í gildi, verða A-limir.

Stk. 2: Rætt til A-limaskap hevur einhvør myndigur persónur, sum annaðhvørt:

a) hevur útbúgving sum sjónleikari ella innan leikhúsyrki frá einum av felagnum góðkendum skúla.

á) hevur í 8 ár virka innan fyri arbeiðsøkið hjá felagnum sambært § 2, eftir lønar – og arbeiðsviðurskiftum góðkend av felagnum

Stk. 3: Rætt til B-limaskap hevur einhvør myndigur persónur, sum í styttri tíð virkar innan fyri arbeiðsøkið hjá felagnum sambært § 2, eftir lønar – og arbeiðsviðurskiftum góðkend av felagnum. Næmingar, sum eru í holt við eina av felagnum góðkenda leiklistaútbúgving, hava rætt til B-limaskap.

Lützenstrøð 4 
FO - 100 Tórshavn 
Føroyar 
V-tal: 329207    ︎