Leikarafelag Føroya

Fakfelag hjá føroyskum yrkissjónleikarum og yrkisleikhúsfólki.







Leikarafelag Føroya



Fakfelag hjá føroyskum yrkissjónleikarum og yrkisleikhúsfólki.


Um Leikarafelag Føroya




︎︎︎  Leikarafelagið hevur fullan og javnbjóðis limaskap í Nordisk Skuespiller Råd.

︎︎︎  Leikarafelagið hevur limaskap í LISA og leigar høli í LISAhúsinum á Lützenstrøð.

︎︎︎  Leikarafelagið leigar eisini eina lítla skrivstovu í Hans Andriasar Húsið undir Pisuvarða.
Leikarafelag Føroya er fakfelagið hjá yrkissjónleikarum og yrkislærdum leikhúsfólki í Føroyum.

Høvðusendamálið er at menna føroyska yrkisleiklist, og styrkja um støðuna hjá leiklistini í samfelagnum.

Eitt av málunum við fakfelagnum er at savna øll tey í eitt felag, sum hava fingið sær útbúgving innan sjónleikarayrki.

Okkara uppgáva er at umboða limir okkara í sáttmálasamráðingum, og veita teimum hjálp og ráðgeving og stuðla teimum í teirra rættindum, umframt at samskifta við útlendsk feløg og altjóða felagskapir á leiklistarliga økinum.

Arbeiðsøki hjá felagnum er allur yrkissjónleikur; leikstjórn; útvarpsleikir og upplestur; sjónvarpsleikir og upplestur; filmur; leiklistafrøði; undirvísing og skeiðvirksemi; lýsingar; undirhald og annað leikhúsyrki.

Leikarafelagið hevur avtalu við Tjóðpall Føroya (FMR), Kringvarpið, Sprotan og er umfatað í viðtøkunum hjá Filmex, sum systurfelagið Dansk Skuespillerforbund, eigur.

Lützenstrøð 4 
FO - 100 Tórshavn 
Føroyar 
V-tal: 329207    ︎